Val til løgtingið

Løgtingið verður valt fyri 4 ár í senn. Løgtingsval kann tó vera, áðrenn valskeiðið er úti, um løgmaður ger av at skriva út val, ella um tingið samtykkir at upploysa seg sjálvt. Løgmaður sendir síðan út kunngerð um val og ásetir valdagin, sum í fyrsta lagi kann vera 6 vikur eftir, at valið er kunngjørt.

Valrættar- og valbærisaldurin er 18 ár.

Keldan: Logting.fo