Umboðan á tingi

Sjey flokkar eru umboðaðir á tingi. Eitt eyðkenni fyri føroyskan politikk er, at hann gongur eftir tveimum ásum: einum tjóðskaparligum í spurninginum millum Føroyar og Danmark og einum hugmyndafrøðiligum frá vinstru til høgru.

Føroyska flokkaskipanin hevur sín uppruna í teirri spjaðing, sum eftir 1900 kom í føroysku tjóðskaparrørsluna, ið tók seg upp í seinasta fjórðingi av 19. øld.

Hesir sjey flokkar umboða tingið í dag:

- Fólkaflokkurin
- Framsókn
- Javnaðarflokkurin
- Miðflokkurin
- Sambandsflokkurin
- Sjálvstýrisflokkurin
- Tjóðveldi