Tingnevndir

Løgtingið hevur 7 fastar nevndir, sum sambært tingskipanini verða valdar fyri alt valskeiðið, uttan so er, at tingið samtykkir, at nevndirnar skulu veljast av nýggjum.

Fíggjarnevndin veitir eykajáttanir sbrt. § 44, stk. 2 í stýrisskipanarlógini og gevur annars Løgtinginum tilmæli í fíggjar-, búskapar-, skatta- og avgjaldsmálum.

Uttanlandsnevndin gevur Landsstýrinum tilráðingar í uttanlandsspurningum sbrt. § 54 í Stýrisskipanarlógini og gevur annars Løgtinginum tilmæli í øllum uttanlands-, markna- og verjumálum, eisini um viðurskiftini við Danmark.

Vinnunevndin gevur Løgtinginum tilmæli í fiskivinnu-, sjóvinnu-, fiskiídnaðar- og øðrum ídnaðarmálum, alivinnu-, landbúnaðar-, umhvørvis-, samskiftis- og samferðslumálum, orku- og oljuvinnumálum og handilsmálum. Hon gevur eisini tilmæli viðvíkjandi partafeløgum, skrásetingum o.ø.m.

Trivnaðarnevndin gevur Løgtinginum tilmæli í almanna-, heilsu-, arbeiðsmarknaðar- og íbúðarmálum.

Mentanarnevndin gevur Løgtinginum tilmæli í útbúgvingar-, menta- og kirkjumálum.

Rættarnevndin gevur Løgtinginum tilmæli í rættarmálum og kommunumálum.

Landsstýrismálanevndin hevur rættarligt eftirlit við, at løgmaður og landsstýrismenn halda lóggávuna. Hon røkir starv sítt sbrt. § 38 í Stýrisskipanarlógini. Nevndin hevur heimild at boðsenda løgmanni ella landsstýrismanni at koma á fund at greiða frá ávísum máli.

Umframt tær føstu nevndirnar kann tingið eisini samtykkja at seta aðrar nevndir at viðgera ávís mál.

Kelda: Logting.fo